Betri samband millum Klaksvík og Tórshavn

Politikkur16-03-2021 - 09:30 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er ikki nøktandi, at tað bara er ein túrur um dagin úr Klaksvík til Havnar gjøgnum Eysturoyartunnilin og ein túrur heim aftur. Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, sum vil hava Jørgen Niclasen at greiða frá skerdu ferðaætlanini millum størstu býirnar í landinum.

Fyri mong var tað eitt vónbrot at síggja endurskoðaðu ferðaætlanina hjá SSL, nú farleiðin millum Klaksvík og Tórshavn er eftirmett.Ferðaætlanin er skipað soleiðis, at Leið 400 aftur koyrir gomlu farleiðina til Havnar gjøgnum Sundalagið og ein snarbussur, Leið 401, er settur í koyring tvær ferðir um dagin – kl. 6.45 úr Klaksvík og úr Havn kl. 16.15.

- Nýggja ferðaætlanin er góð fyri tey, ið búgva í Sundalagnum, og sum nærum mistu sambandið til Havnar, tá Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu. Men hon er eitt stórt afturstig fyri øll tey í norður- og eysturøkinum, sum hava brúk fyri bussi at koma til Havnar aðrar tíðir á degnum, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Eyðgunn Samuelsen heldur, at nýggja farleiðin kann hava við sær, at fleiri velja bussin frá og brúka bil ístaðin.

- Tað elvir til meiri ferðslu á vegunum og størri útlát av vakstrarhúsgassum. Um fleiri túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin verða settir á Leið 400, fáa nógv fleiri møguleika at nýta tryggastu og skjótastu farleiðina við almennu samferðsluni til og frá arbeiði. Tí havi eg valt at seta landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning um hesa avbjóðingina, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Jørgen Niclasen skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.