Bátur fór at leka stutt vestur úr Koltri

vinna15-10-2019 - 10:00 - Jóanis Nielsen

Tað var ein bátur sum var farin at leka stutt vestanfyri Kolturssund.

Hann sigldi ímóti Kolturssundi og kláraði at halda stand við lensipumpunum.

Lítla løtu seinni var ein bátur hjá honum, og tamarhald var á støðuni.

Tá hann var komin inn um Kolturssund var Rescue Lív hjá honum og fylgdi honum til Havnar, tað sigur MRCC.