Bárður hevur sett seg í samband við Aksel, Høgna og Poul

Politikkur13-09-2019 - 11:18 -
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, staðfesti beint nú, at tað kemur ikki longri millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fyri fyrst.

Hann kom út frá løgtingsformanninum beint nú, og Bárður sigur, at hann nú fer at á Gamla Apotek at samráðast við Aksel V. Johannesen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen.

Páll á Reynatúgvu, tingformaður, hevur givið Bárður á Steig Nielsen eina freist til klokkan 13. Tá skulu teir báðir tosað saman aftur.