B71 vann 3-0 á 07 Vestur

12-07-2020 - 21:01 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur tók seinnapartin í dag ímóti B71 í 1.deild hjá monnum. Bæði liðini høvdu undan dystinum 14 stig vóru tey á 7. og 8. plássi.

Tað vóru gestirnir av Sandoynni ið løgdu hart út, og longu eftir 4. minuttir legði Aron Clementsen B71 á odda 0-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Gustaw Wassman økti um munin fyri teir gulu eftir 73. minuttir, og í yvirtíðini staðfesti Aron Clementsen sigurin tá ið hann skoraði til 0-3.

Støðan:

# Lið D V J T MF MM Stig
1
Víkingur 12 7 4 1 26 12 14 25
2
NSÍ 11 6 4 1 29 18 11 22
3
11 6 2 3 20 18 2 20
4
B68 12 5 3 4 25 17 8 18
5
HB 11 5 3 3 25 19 6 18
6
B71 12 5 2 5 22 20 2 17
7
B36 12 5 2 5 17 22 -5 17
8
07 Vestur 12 3 5 4 16 18 -2 14
9
FC Hoyvík 12 1 2 9 15 38 -23 5
10
AB 11 1 1 9 12 25 -13 4