Atlantic: VÍF vann 30-21 á Neistanum - myndir

ítróttur13-11-2014 - 03:25 - Jóanis Albert Nielsen

 Dysturin í Atlantic Airwaysdeildini í Vestmanna í kvøld, millum VÍF og Neistan gjørdist ongantíð spennandi. VÍF legði nógv betur út í fyrra hálvleiki, tá ið 9. min. vóru leiktir var støðan 4-0, í 18. min. 12-4 og hálvleiksstøðan gjørdist 15-8 og harvið var dysturin avgjørdur.

Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama, VÍF økti um leiðsluna og vann dystin samanlagt 30-21. VÍF hevur beina kós í finaluna, teir hava nú 14 stig fyri 8 dystir, næst teimum kemur Kyndil, sum hevur 11 stig fyri 8 dystir.

VÍF: Sjúrður Olsen 1, Teis H. Rasmussen 1, Agnar Joensen 3, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Niklas Joensen, Heini Hanusarson 3, Mads Eriksen 3, Hanus Christoffersen 3, Filip Jojic 13 og Sjúrður Nielsen.

Neistin: Emil Dam, John í Innistovu, Aleks Buha 3, Rói B. Hansen 6, Sjúrður Thomssen 4, Herbjørn Lava 3, Juguslav Djumic 3, Mikkjal Hansen, Blagojc Buha, Hjalti í Jákupstovu, Torkil Hentze og Terji Mørk 2.

Støður:

5. min. 2-0

10. min. 4-1

15. min. 8-4

20. min 12-5

25. min. 14-6

30. min. 15-8

35. min. 17-10

40. min. 18-13

45. min. 20-14

50. min. 25-15

55. min. 27-18

60. min. 30-21

Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen.

Áskoðarar: 175

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF82161734314
2Kyndil81851612411
3H7171751393610
4Neistin8178206-287
5StÍF8185201-164
6KÍF7170186-164
7Team Klaksvík8188231-434