Atlantic Airways: Okkara nýggja kós

Vinna18-06-2014 - 23:46 - Jóanis Nielsen

 Biligari flgferðir.

Frameftir verða nógvir bíligir ferðaseðlar at fáa millum Føroyar og Danmark. Tað skal verða bíligari, lættari og einfaldari at ferðast við Atlantic Airways. Ein týðandi partur av nýggju kósini er eisini, at eitt regluligt og støðugt rutunet verður stovnað millum Føroyar, Noreg, Ísland og Stórabretland

 

Nýggja kósin hevur við sær bíligari ferðaseðlar. Kundar, sum keypa í góðari tíð, kunnu flúgva bíligari millum Føroyar og Danmark alt árið  – einans 799 krónur hvønn vegin. 

            20 bílig setur verða til taks á flestøllum fráferðum millum Vágar og Kastrup, Billund og Ålborg, og tað svarar til 35.000 bíligar ferðaseðlar um árið. Tað er ein treyt, at ferðaseðlarnir verða keyptir í seinasta lagi 60 dagar innan fráferð, og teir kunnu hvørki broytast ella endurrindast. Í heyst verður restin av nýggju ferðaseðlaskipanini sett í verk, sum hevur við sær tvey onnur sløg av ferðaseðlum: TÍÐLIGA og ALTÍÐ, sum verða broytiligari enn 799-ferðaseðilin.

            Atlantic Airways vil við nýggju strategiini minka margfeldið í virkseminum, og felagið fer at hugsavna seg um at menna eitt regluligt og støðugt rutunet í Norðurlondum við Føroyum sum snúningsdepli og upphavsstaði. Altjóða ætlanirnar við eyka flogførum til leigutúrar uttan fyri Føroyar steðga, og “Atlantic Airways kemur heim” sum felagið málber seg í nýggju strategiini. Ein avleiðing av hesi nýggju kósini verður, at felagið fer at minka Airbus-flotan úr trimum niður í tvey flogfør.

            Atlantic Airways fer at seta í verk eitt rutunet við regluligum og støðugum ferðasambondum millum Føroyar og Noreg, Ísland og Stórabretland. NORÐ, sum framtakið nevnist, skal stuðla upp undir vakstrar-møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi, og tað skal eisini verða til gleði fyri føroyska fólkið og ferðafólk, sum ynskja at vitja Føroyar. Atlantic Airways ætlar á vári 2015 at leiga eitt minni flogfar serliga til hetta endamálið. Longu í heyst verður fyrsta stigið tikið í NORÐ, tá Atlantic Airways fer at flúgva til Noregs tvær ferðir um vikuna umframt føstu fráferðirnar, sum eru til Íslands.

            -Vit flyta heimin tættari at Føroyum, tá vit siga altjóða leiguflúgvingini við eykaflogførum farvæl. Altjóða chartersatsingin hevur borið við sær, at felagið hevur mist pengar og brúkt ov nógva orku uttanlands sammett við ferðamál og tænastur, sum eru viðkomandi fyri føroyingar, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður.

            Frameftir verður rutuflúgvingin raðfest fremst, og tann orka og tað pláss, sum leypir av rutuflúgvingini verður selt til leiguflúgving. Atlantic Airways fer framhaldandi at flúgva føroyingar til sól og summar. Summarið 2015 eru Barcelona og Mallorca í ferðaætlanini. Harumframt fáa føroyingar møguleikan at atkvøða um, hvørji SÓL-ferðamál Atlantic Airways skal flúgva til nakrar ferðir um várið og heystið.

            Atlantic Airways fer at seta kundarnar í miðdepilin. Broytingar verða settar í verk, sum hava til endamáls, at felagið skal upplivast sum eitt meira opið, virkið og tænastusinnað rutufelag, sum lagar seg eftir tørvinum hjá kundanum og samfelagnum.

            -Vit vilja vera nærri kundanum og leggja dent á eina góða kundauppliving, sum fevnir heilt frá bílegging av ferðaseðlum til eftir heimkomu. Tá talan er um vinnulívið, ynskja vit at fara í tættari samskifti um t.d. menningina av NORÐrutunum, sigur Jørgen Holme, stjóri.

Tillagingarnar við bíligum ferðaseðlum, NORÐ og SÓL skulu fyrst og fremst gagna Føroyum.

            -Øll menning í Atlantic Airways skal taka støði í nærøkinum. Felagið ynskir at verða ein virðismikil loftbrúgv til umheimin, sum hevur fleiri sambond við grannalondini og harvið restina av heiminum. Strategi 2018 slóðar fyri nýggjum tíðum í Atlantic Airways, sigur Jørgen Holme.


Niðanfyri eru myndir frá tíðindafundinum.