Asbjørn skal landa sild í Fuglafirði

vinna07-11-2019 - 14:22 - Jóanis Nielsen

 Asbjørn er áveg á Fuglafjørð við útvið 1.000 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði. Í løtuni landar Isafold til Pelagos, tá ið liðugt er at landa Isafold, tá verður byrjað uppá Asbjørn.

Asbjørn hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Asbjørn verður á Fuglafirði í kvøld.