Aruba lastar 3.200 tons til Nigeria

Vinna06-08-2013 - 22:19 - Jóanis Nielsen

 Farmaskipið ARUBA er á Tvøroyri, har teir lasta 3.200 tons av frystivøru til Nigeria. Tað krevur nógv fólk at lasta farmaskipið Aruba, tí vøran verður løgd við hond uppá pláss í lastini - arbeitt verður í 3 vaktum, 10 fólk á hvørjari vakt, so tilsamans eru 30 fólk við í arbeiðinum at lasta frystivøruna umborð á Aruba.

Í dag landar Jupiter á Tvøroyri.

Myndamaður okkara tók myndirnar í dag.