Árliga rekkjukoyringin verður í kvøld

Mentan23-12-2019 - 08:35 - Jóanis Albert Nielsen

Árliga rekkjukoyringin í Vágum - tollaksmessukvøld byrjar kl. 23 í kvøld. Byrjað verður við FK-handilin í Miðvági. 

Tað eru ikki bert bilar úr Vágum, sum eru við í hesi afturvendandi rekkjukoyring, men bilar aðrastaðnis frá eru hesi seinni árini eisini komnir við í rekkjukoyringina í Vágum.

Rekkjukoyringin í Vágum byrjaði í 1998.

Sí myndir frá 2018 her2017 her2015 her, frá 2014 her og myndir frá 2013 her.