Arctic Voyager kemur á Fuglafjørð í kvøld

Vinna29-01-2020 - 20:46 - Jóanis Albert Nielsen

Tíðliga seinnapartin í dag setti Arctic Voyager kós á Fuglafjørð. Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi.

Arctic Voyager kemur á Fuglafjørð seint í kvøld við 1850 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Í løtuni landar Gitte Henning 1 til Havsbrún, og sleppir Arctic Voyager framat aftaná.