Arctic Viking landaði í Solstrand í gjár

vinna15-10-2019 - 11:27 - Jóanis Nielsen

 Kollfjarðatrolarin Arctic Viking, sum hevur roynt í Barentshavinum eftir rækjum, landaði í gjár 350 tons av stórum rækjum í Solstrand í Norður-Norra.

Arctic Viking er í dag í Tromsø, har teir taka útgerð til nýggjan túr, skiparin Niclái Petersen skrivar soleiðis á Facebook - sí myndirnar hjá Nicláa niðanfyri:

Skjótt er, at tað kann ganga grúiliga galið.
Ein trist sjón við hesum russiska trolaranum.