Alfred Hummeland: Merkið skal veittra í París

ítróttur22-08-2013 - 18:00 - Jóanis Albert Nielsen

Alfred Hummeland ein av stigtakarnum er sera fegin um at so nógv hava tekna seg. Vit hava havt eitt prát við Alfred um Team Rynkeby.

Trýst her og les samrøðina við Jonhard Joensen.

Trýst her og les at 141 fólk hava tekna seg.

1. Hvussu nógvum høvdu tit rokna við at fóru at tilmelda seg til føroyska Team Rynkeby?

-Vit vistu, at tilmeldingin mundi fara at blíva góð, men høvdu ikki rokna við at undirtøkan bleiv so góð

2. Hví fóru tit í holt við hetta?

-Sjálvur byrjaði eg at droyma um eitt TR Føroyar, longu fyrstu ferð eg luttók, í 2010. Helt tað vera ein spennandi tanki, at kunna vísa Merkið fram í París, við tí endamáli, at hjálpa føroyskum børnum, við krabba. Í 2011 Tosaðu Elmar Ósá og eg um at fáa eitt føroyskt lið við í 2012, vit skrivaðu til TR, men fingu ikki afturmelding tað ferðina. Á sumri 2012 skrivaði Finn Danberg til mín eitt kvøldið, um ikki tað átti at veri stovnað eitt Føroyskt TR. Vit settust við einum kaffimunni og tosaðu um ymiskt, m.a. royndirnar frá árinum fyri. Komu fram til at vit máttu royna aðrar metodir. Vit valdu at tosa við Elmar, Aksel, sum hevði víst áhuga fyri einum møguligum TR FO og Magnus Magnussen, sum eg eisini visti, hevði áhuga í hesum. Hann hevði faktisk lovað, at um hann kom væl frá sínari krabbasjúku í 2010, so skuldi hann súkkla til París. Nýggi taktikkurin, sum vit løgdu var, at biðja Poul Michelsen, PM, sum umboðar Rynkeby, um at sparka hurðarnar upp fyri okkum, niðri í DK. Tað riggaði uppá stás.

3. Fer peningurin til føroysk børn ella donsk?

-Peningurin verður latin Krabbaraktum børnum í Føroyum. Tað er Krabbameinsfelagið, sum verður móttakari av pengunum og sum síðani letur stuðul til føroysku børnini. Men tá tað er sagt, skylda vit eisini at siga, at vit stuðla eisini Børnecancerfonden í DK. Tað gera vit við virðing fyri tí arbeiði, sum tey hava gjørt og framhaldandi fara at gera, fyri føroysk børn, sum fáa viðgerð á ríkissjúkrahúsinum.

4. Hvussu langt súkkla tit, hvussu leingi og hvar byrja tit?

-Túrurin verður u.l. 1200-1300 Km. Vit kenna ikki nágreiniligu rutuna, fyrr enn vit vita, hvørji hotel vit fáa at búgva á. Hvar vit byrja, er ikki endaligt fastlagt, men vit droyma um ein prolog úr Klaksvík til Havnar (umborð á Norrønu) men lad os nu se.

5. Hvat krevur ein túrur, sum hasin í venjing.

-Venjingin er drúgv fram ímóti túrinum. Kravið er, at fólk skulu hava súkkla í minsta lagi 2500 KM í 2014, áðrenn fráferð. Tað verður gjørd ein nágreinilig venjingarætlan, sum skal tryggja at hvør luttakari skal hava í minsta lagi eina ávísa mongd av venjing, segði ein fegin Alfred við okkum.