Akraberg kom á Fuglafjørð í nátt

Vinna09-05-2014 - 22:23 - Jóanis Nielsen

Akraberg kom á Fuglafjørð um 4-tíðina í nátt við góðum 800 tonsum av heysaðum toski. Akraberg hevur gjørt ein roktúr, teir fóru úr Føroyum 12. apríl.

Skipari á Akraberg hendan túrin var Erland Olsen.

Akraberg fer nýggjan túr longu í vikuskiftinum, tá verður farið á kongafiskaveiðu í Irmingahavinum. Tað frættist at íslendingar hava gjørt fleiri roktúrar eftir kongafiski í vár.

Myndirnar niðanfyri eru tiknar í Fuglafirði í morgun.