
Ær lembdi í mai og aftur nú í november
myndir27-11-2018 - 18:13 - Jóanis Nielsen
Ottar á Lofti í Sandavági gjørdist ikki sørt bilsin, tá ið hann sunnumorgunin fór at geva heimaseyðum sínum, tá ið hann opnaði hurðina á úthúsinum, har hann hevur seyðin, helt hann seg hoyra jarm frá smálambi - jú so var - eitt nýlembt lamb gekk í krubbuni ímillum heimaseyðin.
Ærin lembdi í mai, hon fór saman við lambinum í hagan (Reynshaga) seinast í mai, og kom í heyst við við einum góðum veðurlambi, ið vág 38 pund.
Vit tóku hesar myndirnar við telefon í kvøld.