AA-deildin: KÍF vann toppdystin í Vestmanna

ítróttur13-01-2014 - 00:59 - Jóanis Nielsen

Toppdysturin í Vestmanna millum VÍF og grannarnar úr Kollafirði gjørdist ein gysari - spenningurin helt sær allan dystin. Tað gjørdist tó KÍF, sum fór avstað við stigunum og liggja teir nú klárt fremst í AA-deildini við 22 stigum, næst teimum kemur VÍF við 18 stigum og so koma H71 og StÍF við 14 stigum, StÍF hevur tó leikt ein dyst minni enn hini liðini.

KÍF vann 29-30 eftir hálvleiksstøðuna 14-14.

Teir fyrstu 10 min. av dystinum fylgdust liðini væl, støðan gjørdist 5-6 í 10. min., men tá ið 20 min vóru leiktir vísti máltalvan 8-12. VÍF megnaði tó at kempa seg upp á javnleik 14-14 tá ið farið var til hálvleik. Rúni Joensen fór út við skaða í 23. minutti, eftir tað dovnaði spælið hjá KÍF.

Í seinna hálvleiki var sama javna gongdin, sum í fyrra hálvleiki, men eitt skiftið hevði VÍF yvirtakið, tá ið 46 min. vóru leiktir vísti máltalvan 23-22 til VÍF og í 52. min. vísti máltalvan 28-25, men teir seinastu 8. minuttirnar átti KÍF - hóast teir í seinastu 4 min. fingu tríggjar útvísingar, úrslitið gjørdist 29-30. Niclas Selvig fór av vøllinum við skaða, tá ið 5 min. vóru eftir at leika.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen 3, Julian Olsen 1, Agnar Joensen 2, Andrias Eriksen 6, Niklas Simonsen, Mads Eriksen 1, Tóki Seloy, Hanis Christophersen, Filip Josic 11, Sjurður Nielsen 1, og Sámal J. Djurhuus 4.

KÍF: Emil Dam, Óla Kristian Djurhuus, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 2, Magnus Muller 5, Fríði Weyhe, Tony Weyhe 5, Teitur Joensen 2, Hjalti H. Matras, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurðbjørnson 6Nicklas Selvig 7, Rógvi Weyhe 3, Rúni Joensen 1 og Jákup Trygvason.

Støður:

5. min. 3-3

10. min. 5-6

15. min. 6-9

20. min. 8-12

25. min. 11-15

30. min. 14-14

35. min. 16-16

40. min. 18-17

45. min. 22-22

50. min. 26-23

55. min. 28-28

60. min. 28-29

Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen, teir døma væl.

Áskoðarar: 410

Í Hoyvíkshøllini leiktu H71 og Neistin, tann dystin vann H71 31-23.

Sí eisini: Elektrondeildin: VÍF vann stórsigur á Stjørnuni.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF144133377622
2VÍF144343835118
3H7114371362914
4StÍF13351355-414
5Kyndil13337348-1112
6Neistin13337370-3310
7Team Klaksvík13334422-884