Á øllum 5 tindunum á Tindhólmi

Myndir08-09-2014 - 17:36 -

John Petersen skrivar á Facebook:

So hava eg og Bergur Mikladal verið á øllum 5 tindunum á Tindhólmi. Tað tók okkum 2 dagar. Fyrsta dagin klintraðu vit niðan á Ytsta, Lítla og Bogda, næsta daginklintraðu vit niðan á Arna og Breiða. Vit eru sostatt teir fyrstu ið hava verið á øllum tindunum á Tindhólmi, og allarhelst teir fyrstu nakrantíð á onkrum ávísum tindi á Tindhólmi. Fleiri myndir koma seinni. Myndirnar hevur Bergur tikið - mítt myndatól gekk fyri