67 er bara eitt tal

Politikkur30-08-2019 - 19:25 - Jóanis Albert Nielsen

ER 67 ÁR NÚ BARA EITT TAL? HVAT MERKIR TAÐ FYRI OKKUM, TÁ VIT FYLLA 67 – ELLA HVAT MERKIR TAÐ FYRI OKKUM, SUM IKKI HAVA FYLT 67.

Oftast seta vit 67 ár í samband við pensjón, tí tann dagin fáa vit rættin til hesa løn. Men 67 ár merkir ikki bara pensjón. Tað merkir eisini, at vit fáa rættindi til aðrar tænastur, men tíverri eisini, at vit missa rættin til aðrar.

Um vit framvegis arbeiða, tá vit fylla 67, so fáa vit ikki løn frá arbeiðsplássinum, um vit verða sjúkuskrivað, tí nú fáa vit pensjón. Tað vil siga, at inntøkan brádaliga kann minka sera nógv, um ein arbeiðsførur persónur, sum ætlar sær at arbeiða til hann er 70, gerst sjúkur í nakrar vikur.

Vit hava eisini sæð, at persónar, ið ikki eru fyltir 67 ár, ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar. Eisini heilt ungar familjur eru í svárari neyð, tí tey ikki passa inn í tær skipanir, sum eru.


Eg kundi tikið fleiri dømir, men poentið í hesum er, at 67 ár bert er eitt tal. Og tað eigur ikki at avgera, um man fær ella missur rættindi til tænastur.

Beinta Klakstein