4 stórar byggiverkætlanir í gongd í Vágum

Vinna05-09-2013 - 00:19 -

 Tað eru fleiri stórar byggiverkætlanir í gongd í Vágum.

Á flogvøllinum verður nýggjur terminalur bygdur, sum skal takast í brúk komandi vár. Í Vatnsoyrum verður Zarepta munandi útbygt, tað skal eisini verða liðugt komandi vár. Á Giljanesi verður nýggjur skúli bygdur, hann skal takast í brúk fyrst í januar og á Fútakletti verður smoltstøðin útbygd, tað arbeiðið skal verða liðugt í heyst.

Myndamaður okkara tókí dag myndir av nevndu byggingum.