20 telvarar til KT-Kvik

ítróttur21-10-2019 - 20:07 - Jóanis Nielsen

20 telvarar møttu til KT-Kvik, sum bleiv telvað í Kollafirði leygardagin. Hatta var næsta GP-kapping í ár, fyrsta kapping var á Eiði síðsta leygardag.

Endaliga úrsliti bleiv hetta:
Nr. 1Rógvi Egilstoft Nielsen
Nr. 2Luitjen Akselsson Apol
Nr. 3Jógvan Martin Ferjá Joensen
Ratingvirðslønir
1601-1800Øssur Joensen
1301-1600 Elias Petersen
0-1300Teitur Joensen

Øll úrslitini eru at finna her:http://chess-results.com/tnr476896.aspx?lan=32&art=1&rd=7

Samlaða GP-støðan, eftir tvær kappingar, er at finna her:https://faroechess.com/?p=4603

Næsta GP-kapping verður í Sandavági 8-10 novembur. Les meira um ta kappingina her:https://faroechess.com/?p=4610