2 ferðamannaskip á Havnini

Vinna13-08-2013 - 04:33 -

 Í dag hava 2 ferðamannaskip vitjað á Havnini.

Delphin kom á Havnina kl 9 í morgun og fór av stað aftur kl. 15.

Discovery kom kl. 11 og fór avstað aftur kl. 19 í kvøld, Discovery skal vitja í Hetlandi í morgin, skipið verður í Lerwik kl. 10 fyrrapartin.

Tað var nógv fremmanda fólk at síggja í havnargøtum, veðrið var gott og tey spákaðu ymsastaðni í býnum, eisini gjørdu tey útferðir við bussum.

Vit tóku nakrar myndir av skipunum.