1500 fólk tóku mynd saman við HM-steypinum

Myndir26-03-2018 - 22:21 - Jóanis Albert Nielsen
Leygardagin setti Coca Cola flogfarið seg í Vágum, umborð á flogfarinum var HM-steypið. Nógv var gjørt burturúr vitjani í Føroyum.

Fyrst var tikið myndir av steypinum á flogvøllinum, og síðani var koyrt til Havnar. Tað var steðga fleiri ferðir á Oyggjavegnum fyri at taka myndir av HM-steypinum við føroysku nattúrini í bakgrundini.

Í No12 í Havn kundu fólk taka myndir saman við HM-steypinum, og umboð fyri Poul Hansen sigur við jn.fo í kvøld at 1500 fólk tóku mynd saman við steypinum. Poul Hansen er umboð fyri Coca Cola í Føroyum.

Fyrr um dagin var HM-steypið í Oslo, og fólk sum vóru við flogfarinum søgdu at 5 ferðir fleiri fólk vóru møtt upp at taka myndir av steypinum í Føroyum í mun til Oslo, og tað eru tey í Poul Hansen sera fegin um.