1. deild: 07 Vestur - HB 3-1 - myndir

Ítróttur13-04-2014 - 05:08 - Jóanis Nielsen

 07Vestur: Í skiftandi veðrið á Valloyruni, spældu okkara bestu móti HB í dag. Hálvleiksstøðan varð 1-0, og, hóast gestirnir javnaðu beint eftir hálvleik, vunnu vit tryggan 3-1 sigur. Sjúrður Ellefsen fekk tey bæði fyrstu, og Sigtór Petersen tað síðsta. 


Vit fingu eisini enn eina debut á besta liðinum, tað var tá Sjúrður Ellingsgaard Petersen úr Sørvági kom á vøllin móti dystarenda. Vit ynskja honum tillukku!

Byrjunaruppstillingin: Petur Meinhard Magnussen; Høgni E. Nielsen, Petur G. Dalbø, Emil Mikkelsen, Jóannis á Steig; Gunleif Olsen, Jovan Radinovic-Panic (Ásmund); Hørður Johansen (Beinir), Sjúrður Ellefsen, Jákup Sveinbjørn Olsen; Sigtór Petersen (Sjúrður).

Eyka: Hanus Nielsen, Beinir Guttesen, Ásmund Hansen, Sjúrður E. Petersen.