07Vestur vann 2-1 á NSÍ - myndir

ítróttur13-09-2014 - 22:59 - Jóanis Nielsen

 07Vestur vann í dag dystin á Valloyruni, sum var ímóti NSÍ, úrslitið gjørdist 2-1.

Tað var eisini 07Vestur, sum kom á odda 1-0 við máli, sum Sigtór Petersen stóð fyri, NSÍ javnaði til 1-1 áðrenn farið var til hálvleik. Sigast kann tó at 07Vestur átti tað mesta av fyrra hálvleiki.

Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin kom 07Vestur framum 2-1, tað var Gunnleif Olsen, sum stóð fyri tí málinum. 

2-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið.

Úr 1. deild hava vit bara fingið eitt annað úrslit, oddaliðið TB tapti 3-1 ímóti HB, men TB tolir eitt tap, TB hevur 62 stig á 1. plássi og 07Vestur hevur 43 stig á 2. plássi. Tað eru nú 3 umfør eftir at leika, kappingin verður liðug 4. oktober.