07Vestur misti tídningarmikil stig móti HB

ítróttur07-08-2014 - 05:37 - Jóanis Nielsen

 Dysturin á Valloyruni millum 1-deildarliðini hjá 07Vestur og HB endaði við, at HB fór avstað við øllum, HB vann dystin 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

Í strembanini eftir at koma aftur í EFFO-deildina komandi ár, so má sigast at tað vóru tídningarmilil stig, sum gluppu 07Vesturi av hondum. Um 07Vestur vann dystin í kvøld, so vóru teir á 2. plássi, men FC-Suðuroy hevur nú tey betru kortini á hondina, bæði 07Vestur og FC-Suðuroy hava 33 stig, men FC-Suðuroy hevur leikt ein dyst minni.

Við tað at 07Vestur ikki fekk stig í kvøld, so er nú greitt at TB komandi kappingarár skal leika í Effo-deildini.

Tað eru íalt 27 umfør í 1. deild, seinasta umfar verður leikt leygardagin 4. oktober.


1. deild menn 2014

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
TB
19
18
1
0
57-11
55
2
FC Suðuroy
19
10
3
6
42-29
33
3
07 Vestur
20
10
3
7
36-31
33
4
B36 II
19
9
4
6
43-34
31
5
NSÍ II
19
8
2
9
43-37
26
6
AB II
19
7
5
7
38-32
26
7
Víkingur II
19
5
6
8
29-41
21
8
HB II
20
4
4
12
26-53
16
9
KÍ II
19
3
6
10
28-48
15
10
EB/Streymur II
19
3
4
12
24-50
13