Silvur til 07Vestur - myndir

ítróttur06-10-2013 - 00:16 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur hevði í dag vitjan av MB í bólkinum dreingir 14 C. Talan var um næst besta liðið hjá 07 Vestur í hesum aldursbólkinum.
07 Vestur hevði kjans til at vinna bólkin, um teir gjørdu sína skildu og um EB/Streymur gav eina hjálpandi hond at vinna á AB.
Øll málini í dystinum komu í fyrra hálvleiki. 07 Vestur legði út sum eitt ódnarverður og longu aftaná eitt korter var støðan 3-0. Dysturin endaði 5-0.
Í dystinum í Streymnesi vann AB 1-0. AB og 07 Vestur vórðu sostatt jøvn í stigum,  tí skuldi málmunurin til fyri at finna vinnaran. AB hevur nógv betri málútstøðu enn 07 Vestur, og vann tí bólkin. Bæði liðini hava bara tapt ein dyst - hann var í móti hvørjum øðrum.
1-0 3 min.
2-0 10 min.
3-0 13 min.
4-0 30 min.
5-0 í yvirtíðini.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=H0l033ehTKY]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=-T3AaVI4J2I]