Nevndin í Kinavinum hevur skipað seg

mentan10-04-2017 - 12:49 - Jóanis Nielsen

 Herfyri hevði áhugafelagið Kinavinir stovnandi aðalfund í húsunum “á Gráarsteini” í Saltnesi. 

Tríggjar kvinnur vórðu valdar í fyrstu nevndina hjá Kinavinum, og hava tær nú skipað seg. Forkvinna er Jóhanna Magnusardóttir, Judith Marjunardóttir Guttesen er næstforkvinna og skrivari, og Karwai Chan kassameistari. 

Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingslimur, og Jens Christian Olsen leiddu fundin sum ávíkavist fundarstjóri og umsetari. Viðtøkur felagsins vóru gjøgnumgingnar, felagið stovnað og nevnd vald. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu, segði nøkur orð og fegnaðist um, at Kinavinir høvdu valt at hava stovnandi aðalfund í Nes kommunu. 

Eini 30-40 fólk møttu á fundi, og tað var gleðiligt at síggja so mong. Talan var bæði um føroyingar, ið hava arbeitt ella lisið í Kina, føroysk vinnulívsfólk, sum hava samhandlað við Kina, kinesarar búsitandi í Føroyum og onnur Kina áhugað. Sera spennandi var at hoyra, hvat tilknýti fólk høvdu til Kina. 

Undan sjálvum aðalfundinum hevði Alfred Olsen fródliga og sera áhugaverda framløgu um niðursetumannin Olgar á Saltnesi, ið lat húsini, fundurin var í, byggja. 

Ætlanin er nú, at Kinavinir í næstum veruliga fer í gongd. Øll áhugað kunnu fylgja Facebook síðu felagsins á www.facebook.com/kinavinir.