Nevndin í Alzheimerfelagnum hevur skipað seg

mentan20-04-2017 - 15:53 - Jóanis Nielsen

Alzheimerfelagið hevði aðalfund 1. apríl eftir væleydnaðu ráðstevnuna á Hotel Føroyum.

Á aðalfundinum vóru tríggir nevndarlimir fyri vali og Halldis Joensen, fyrrverandi forkvinna í felagnum, hevði avgjørt ikki at stilla upp aftur. Í hennara stað var vald Marjun Restorff umframt Alexander Samuelsen og Ann-Mari Jensen, sum var afturvald. Anna Petra Winther og Karlon Winther eru eykalimir.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Maluni Mohr sum forkvinnu. Ann-Mari Jensen er næstforkvinna, Marjun Restorff, kassameistari, Elin N.W. Tausen, skrivari og Alexander Samuelsen, nevndarlimur.