Neistin vann á StÍF

ítróttur08-11-2017 - 22:40 - Jóanis Albert Nielsen
Í kvøld hevur ein dystur verið í FTZ-deildini hjá monnum í hondbólti. Tað var Neistin ið tók móti StÍF. Dysturin byrjaði javnt, og eftir 9. min. var støðan 4-4. Hálvleiksstøðan var 12-11 til Neistan. Neistin byrjaði betri uppá seinna hálvleik og komu á odda 16-12 eftir 11. min. StÍF kom so fyri seg, og komu á odda 16-17. Neistin vann dystin 21-19.

Neistin: Rasmus Søby 7, Høgni Zachariasen 6, Tróndur Kragersen 3, Rune Olsen 2, Carl Herup Olsen 2 og Pætur Mikkjalson 1.

StÍF: Petur Johansen 5, Pætur Ó. Joensen 4, Sveinur Justinussen 3, Joakim Jurs 2, Djóni Petersen 2, Marius Joensen 2 og Allan Norðberg 1.

Støður: 
5. min. 3-2
10. min. 4-4
15. min. 7-5
20. min. 8-7
25. min. 11-8
30. min. 12-11
35. min. 13-12
40. min. 15-12
45. min. 16-13
50. min. 16-17
55. min. 21-18
60. min. 21-19