Teis var noyddur út við skaða í fyrra hálvleiki

Neistin vann á Kyndli

ítróttur09-10-2017 - 08:12 - Jóanis Albert Nielsen

Neistin tók í gjár móti grannunum úr Kyndli í FTZ-deildini hjá monnum.

Neistin byrjaði dystin betri, og fekk eina leiðslu uppá 2-3 mál beinavegin. Tá ið 20. min. vóru farnir kom Kyndil á javnt 8-8, men so fór Neistin frá Kyndli aftur og hálvleiksstøðan var 12-9. Neistin vann dystin 23-19.

Neistin: Rasmus Seby 9, Tróndur Kragesten 3, Carl H. Olsen 2, Høgni Zacharissen 2, Torkil Hentze 2, Rùni Olsen 2, Karl Martin Olsen 1, Pætur Mikkjalsson 1 og Jónsvein Dulavík 1.

Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 7, Hjalti M. Jacobsen 5, Høgni K. Olsen 3, John í Innistovu 2, Rógvi D. Christiansen 1 og Rókur Akralíð 1.

Støður:

5. min. 4-2

10. min. 5-2

15. min. 8-6

20. min. 8-7

25. min. 10-8

30. min. 12-9

35. min. 12-10

40. min. 15-13

45. min. 16-15

50. min. 18-16

55. min. 20-16

60. min. 23-19