Neistin vann á H71

ítróttur30-09-2018 - 22:52 - Jóanis Albert Nielsen
FM-vinnarnir frá seinasta kappingarárið tóku í dag ímóti Neistanum, sum endaði nummar tvey í landskappingini seinasta kappingarár.

Dysturin byrjaði javnt og fylgust liðini til støðan var 4-4, men so fór Neistin frá H71 og var hálvleiksstøðan 11-16. 

Í seinna hálvleiki komu sera fá mál, og endaði dysturin 19-25.

H71: Peter Krogh 5, Vilhelm Poulsen 4, Leivur Mortensen 2, Pætur Thomsen 2, Bergur Ákason 2, Ári Dam 1, Hans Kári Hansen 1, Brandur Halgirson 1 og Niklas Hanusarson 1.

Neistin: Høgni Zachariassen 5, Tróndur Kragesten 5, Rasmus Søby 5, Karl Martin Olsen 4, Herbjørn Lava 2, Rune Olsen 2, Pætur Mikkjalsson 1 og Torkil Hentze 1.

Støður: 
5. min. 1-1
10. min. 3-3
15. min. 4-6
20. min. 6-8
25. min. 9-13
30. min. 11-16
35. min. 12-18
40. min. 14-22
45. min. 14-23
50. min. 15-24
55. min. 18-25
60. min. 19-25