Neistin vann 27-21 á StÍF

ítróttur21-09-2017 - 22:10 - Jóanis Albert Nielsen

Í FTZ-deildini hjá monnum tók StÍF í kvøld móti Neistanum. Fyrri hálvleikur var sera javnur, og fylgdust liðini væl allan hálvleikin, StÍF var á odda 13-12 í hálvleikinum. 

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki var eisini tætt, men so fór Neistin frá StÍF og vann dystin 27-21.

Málskjúttar:

StÍF: Pætur Johansen 5, Sveinur Justinussen 5, Allan Norðberg 5, Jóannes Prestá 2, Handrikkur Davidsen 1, Tummas Simonsen 1, Jógvan G. Joensen 1 og Joakim Jurs 1.

Neistin: Høgni Zachariasen 6, Teis Horn Rasmussen 6, Rasmus Søby 5, Karl Martin Olsen 3, Djóni Højgaard 3, Pætur Mikkjalson 2 og Torkil Mørk Hentze 2.

Støður:

5. min. 1-2

10. min. 2-3

15. min. 4-5

20. min. 6-7

25. min. 9-10

30. min. 13-12

35. min. 15-16

40. min. 16-18

45. min. 16-20

50. min. 17-22

55. min. 20-24

30. min. 21-27