Neistin misti síni fyrstu stig

ítróttur15-10-2018 - 09:32 - Jóanis Albert Nielsen

Neistin og Kyndil leiktu í gjár grannauppgerð í Okkara-deildini í hondbólti, undan dystinum hevði Neistin fult stigatal, meðan Kyndil hevði 4 stig fyri 4 dystir.

Tað var Neistin ið byrjaði dystin betri, og vóru á odda 5-2 eftir 8. min., tá ið 16. min. vóru leiktir var javnleikur 7-7. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Neistan.

Tá ið 15. min. vóru farnir av seinna hálvleiki var støðan 21-17 til Neistan, men Kyndil gav ikki upp og vann dystin 26-27. Neistin fekk einki mál seinastu 4 minuttirnar av dystinum.

Neistin er nummar tvey við 6 stigum fyri fýra dystir. Kyndil hevur eisini 6 stig, men hava leikt 5 dystir og eru numamr trý.

Neistin: Rasmus Søby 6, Torkil Hentze 4, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Kragesteen 3, Pætur Mikkjalson 2, Pál Niclassen 2, Karl Martin Olsen 2, Dánjal Ragnarsson 1, Jónsvein Dulavík 1 og Rune Olsen 1

Kyndil: Høgni K. Olsen 5, Rógvi Dal-Christiansen 5, Tróndur Wardum 4, Jóni G. Viderø 4, David Edvardsen 4, Ólavur av F. Mittún 2, Bartal K. Olsen 1, Magnus K. Djurhuus 1