Neistin 6 lið í steypafinalunum

ítróttur17-02-2018 - 12:36 - Jóanis Nielsen

Neistin 6 lið í steypafinalunum !

Fleiri enn 300 leikarar eru í Neistanum og í vikuskiftinum hevur felagið ikki færri enn 6 lið í steypafinalunum: dreingir 10, 16, 18 og gentur 14, 16, 18.

Neistin hevur seinastu árini lagt nógv fyri, at menna barna- og ungdómsarbeiðið í felagnum, og ikki kann sigast annað, enn at hetta hevur hepnast væl.

Neistin hevur lið í øllum deildum bæði í landskappingini og í steypakappingini, ofta fleiri í hvørjum árgangi, umframt ein stóran hóp av yngri leikarum heilt niður í 1-2 ára aldur. Øll møta tey ágrýtin og hugagóð til venjingar hvørja viku.

Felagskenslan og góða samstarvið millum allar liðir í felagnum, eyðkennir Neistan.

Leikarar, foreldur, venjarar, áskoðarar, hjálparfólk, nevnd o.o. øll eru ein partur av góðu úrslitunum.

Umframt at Neistin er við í 6 steypafinalum, klára Neistaliðini seg eisini væl annars, og flestu teirra eru í ovara endanum á stigatalvuni bæði í steypa - og í landskappingini.

Miðvísa barna- og ungdómsarbeiðið í Neistanum sæst aftur í góðu úrslitunum hjá liðunum, og spennandi verður at síggja, hvussu hilnast í vikuskiftinum.

Neistaliðini spæla:

Leygardagin 17. februar

Kl. 18.00 - gentur 18

Kl. 19.30 - dreingir 18

Sunnudagin 18. februar

Kl. 13.30 - dreingir 10

Kl. 15.50 - gentur 14

Kl. 17.50 - gentur 16

Kl. 19.25 - dreingir 16

Góða eydnu øll somul

Koyr á Neistin - Blátt er gott (Tíðindaskriv frá Neistanum)