Nei, nei, SSL, hava tit mist skilið?

Politikkur22-01-2018 - 08:43 - Jóanis Albert Nielsen

So varð aftur galið á Sandoyarleiðini.

Teistin hevur enn einaferð tekniskt brek, og ivasamt er um hann siglir aftur í bræði.

Brek kunnu altíð koma fyri, og illa ber til at byrgja uppfyri slíkum støðum.

Í kvøld komu so boðini umvegis sms, at Sildberin aftur í morgin skal røkja Sandoyarleiðina.

Hetta ber slett yvirhøvur ikki til.

Landsynningur er, fitt av vindi, og tað rullar illa um fjørðin. At seta Sildberan inn um Skopunarfjørð kunnu tit á SSL ikki bjóða sandoyingum.

Nógv fólk er setst aftur, tí tey tora ikki um Skopunarfjørð í kvøld við Sildberanum. Og tað verður ikki frægari í morgin.

Hví er man nú knappliga gingin frá skipanini man hevur brúkt, at seta Ternuna inn, tá trupulleikar eru um Skopunarfjørð?

Hetta gongur ikki, hetta eiga politiskt valdu umboðini fyri Sandoynna á Tingi ikki at góðtaka, og uppaftur minni Hendrik Old, Landsstýrismaður.

Vit í Sandoynni krevja at verða virðuliga viðfarin.

Vit hava vøru til 1300 fólk sum skal um fjørðin. Vit hava frystibingjur sum skulu til og frá vinnulívinum í oynni. Vit hava 150 pendlarar sum skulu til arbeiðis kl 8 í morgin. Hvussu skal Sildberin fáa tey yvirum til arbeiðstíð í morgin, tá hann bara kann føra 30 fólk í senn?

Onkur hevur mist skilið sum tekur avgerðir á Tvøroyri.

Hetta ber ikki til.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi