Nei, Føroyar eru ikki blivnar javnari hetta valskeiðið

Politikkur03-08-2019 - 22:32 - Jóanis Albert Nielsen

Tvørturímóti hevur hendan landsstýrissamgongan gjørt stóran mismun millum landspartarnar í Føroyum við eini óhoyrt einvísari sentralisering og almennari sentralstýring av vinnuni, har hon við lóg hevur lagt beinleiðis forðingar fyri menning av vinnuni kring landið.

Hendan landsstýrissamgongan hevur bygt 20 bústaðir í høvuðsstaðnum meðan hon hevur bygt bara 6 bústaðir kring landið.

Hendan landsstýrissamgongan hevur gjørt almennar íløgur fyri milliardir í høvuðsstaðarøkinum, meðan mest sum einki er bygt kring landið.

Hendan landsstýrissamgongan hevur bygt ein eysturoyartunnil, meðan hon beinleiðis hevur mótarbeitt og niðurstemmað gerð av tunlum norður um fjall.

Hendan landsstýrissamgongan økir ógvisliga tað almenna eftirlitið í høvuðsstaðnum og leggur samstundis forðingar fyri vinnum í ávísum landspørtum kring landið.

Hendan landsstýrissamgongan hevur uppraðfest miðfyrisitingina av ferðavinnuni, meðan hon hevur slept teimum upp á fjall, sum røkja og varða av lendi og náttúru, og tí er ójavnin so stórur og skilið, sum tað er hjá bóndum o.ø. kring landið.

Eg kundi hildið á, men lat meg steðga her og spyrja: Er Føroyar blinar javnari á hesum økjum hetta farna valskeiðið?!

Nei, Føroyar eru ikki blivnar javnari hetta valskeiðið

Tvørturímóti hevur hendan landsstýrissamgongan gjørt stóran mismun millum landspartarnar í Føroyum við eini óhoyrt einvísari sentralisering og almennari sentralstýring av vinnuni, har hon við lóg hevur lagt beinleiðis forðingar fyri menning av vinnuni kring landið.

Eisini her ynski eg at hjálpa og gera mun, so vit á hesum økjum fáa einar javnari Føroyar, tí tað fáa vit ikki undir hesi landsstýrissamgonguni.

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin