Negativ renta skal ikki kunna áleggjast lønarkonto og pensjónskonto

Politikkur27-02-2020 - 07:31 - Jóanis Albert Nielsen

Tjóðveldi leggur núfram uppskotá Løgtingi um, at negativ renta ikki skal kunna verða løgdá lønar- og pensjónskonturí føroysku peningastovnum.

Altjóða rentustøðið er søguliga lágt. Yvirskipaða gongdin ámarknaðinum og áhaldandi negativa rentan hjá tjóðbankum hevur núverið galdandi í eina tíð, og mett verður, at hetta fer at halda fram komandi tíðina. Eitt úrslit av hesum er, at nakrir føroyskir peningastovnar núhava fráboðað, at negativ renta nú verður løgdáuppsparing hjá fólki í føroyskum peningastovnum.

Í Føroyum hava vit innrættað okkara lønargjaldingarskipan og pensjónsskipan soleiðis, at neyðugt er hjá fólki at hava lønarkonto í peningastovnunum, ið løn verður flutt á, og at neyðugt er hjá fólki, at stovna pensjónskonto í einum føroyskum fíggjarstovni (peningastovni ella pensjónsfelag). Nú negativ renta verður løgdáuppsparing hjá fólki, kemur hetta at ávirka nógv.

Bank Nordik hevur fráboðað, at frá 1. mars 2020 verður negativ renta á -0,75% løgdá allar pensjónsuppsparingará vanligum konto’um, og hartil áallar vanligar uppsparingarí peningastovunum omanfyri 500.000 kr.

Betri Banki hevur fráboðað, at frá1. apríl 2020 verður negativ renta á -0,75% løgdáallar uppsparingarkonto’ir hjá fólki, ið hava meira enn 750.000 kr. í uppsparing. Negativ renta verður ikki áløgd pensjónsuppsparingaríBetri Banka.

Kristina Háfoss, framsøgufólk Tjóðveldis í fíggjarmálum:”Í Føroyum er lógarkravt, at fólk skulu spara part av lønini upp til egna pensjón. Samstundis leggja onkrir peningastovnar nú negativa rentu áhesa uppsparing. Tað er sjálvandi ein trupulleiki um tað verðurálagt fólki við lóg, at skula spara upp pensjón, uttan samstundis at tryggja, at uppsparda pensjónsuppsparingin ikki minkar, um fólk velja at seta pensjónsuppsparingina á eina vanliga konto. Og tá vit velja at hava lønargjaldingarskipan, ið krevur eina lønarkonto, er neyðugt, at tryggjað verður, at fólk ikki missa pening av hesi orsøk.”

Tí mælir Tjóðveldi nú - í uppskoti til samtyktar - til, at landsstýrið leggur fyri Løgtingið neyðuga lóggávu um, at negativ renta ikki skal kunna verða løgd á lønar- og pensjónskontur í føroysku peningastovnum.

Á Løgtingi, 26. februar 2020

Tjóðveldi