Navn til nýggja missiónshúsið á Strondum

mentan24-05-2017 - 09:25 - Jóanis Nielsen

Nú nærkast til nýggja missiónshúsið á Strondum verður tikið í nýtslu.


Í tí sambandi hevur tú møguleikan at koma við uppskoti til navn til húsið. Eisini ert tú vælkomin at grundgeva fyri tínum uppskoti.
Um tú hevur eitt uppskot, kanst tú senda tað til Súna Olsen, adressa: Hálsagøta 11, 490 Strendur – Teldupostursuniolsen@gmail.com- sms 777724
Navnanevndin fær innkomnu uppskotini anonymt frá Súna at taka støðu til.
Freistin at lata uppskot inn er 1. juni 2017. Vinnandi navnið verður kunngjørt tá húsið verður vígt.
Navnanevndin tilskilar sær rættin ikki at brúka nakað av innkomnu uppskotunum.