Nýggjastu


Bjørgini skulu røkjast - gomul mynd - myndaeigari: Petur Elias Petersen.

Náttúruverndarfeløgini spenna seg út

mentan10-12-2019 - 11:21 - Jóanis Nielsen

Tvey tey elstu náttúruverndarfeløgini í Føroyum, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Føroya Fuglafrøðifelag, søkja nú saman eftir samskipara til parttíðarstarv fyri feløgini. Hetta er fyri feløgini ein nýggjur og spennandi kapittul, sum tey fegnast um at hava fingið stuðul til at gjøgnumføra. Bulurin í feløgunum er og verður framvegis tær eldsálir, sum leggja tíð og orku í fyri at fremja náttúrugleði og -vernd í Føroyum, men ein samskipari fer at lætta munandi um praktisku uppgávurnar, sum slík feløg mangan hava.

At hava stór og sterk náttúruverndarfeløg er alneyðugur partur at hava eitt gott samfelag; ein rødd, sum ikki aftrar seg við at mótmæla, tá ið náttúran verður hótt. Ofta hevur arbeiðið tíverri verið heldur reaktionert, og vit kunnu skjótt staðfesta, at tað upp ígjøgnum tíðina hava verið nógvir eldar at sløkkja, í mun til náttúruverju. Men við einum samskipara vóna vit, at sjálvbodnu nevndirnar og virknu limirnir fáa arbeitt meira miðvíst og strategiskt við teimum málum, sum vit halda hava týdning fyri eitt burðardygt samfelag.

Feløgini bæði ásanna, at stórur tørvur er á einum munagóðum arbeiði til frama fyri náttúruna. Tey vísa á, at í fjølmiðlunum hoyrist javnan, at tíðirnar eru sera góðar. Men okkurt má vera galið, tí tá tað kemur til náttúruna, so hava føroyingar ongantíð verið fátækari. Lyngheiða- og vátlendi í Føroyum fækkast, og ferðafólk streyma til landið, og tílíkt leggur stórt trýst á viðbreknu náttúruna í Føroyum.

Við hesum stutta skrivinum vilja vit eggja so mongum føroyingum sum til ber at melda tykkum uppí feløgini, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Føroya Fuglafrøðifelag, og at taka lut í virkseminum hjá feløgunum, nú vit fara inn í henda nýggja kapittulin í føroyskari náttúruverndarsøgu. Somuleiðis, um tú brennur fyri náttúruvernd, vóna vit inniliga, at tú vilt umhugsa at søkja samskiparastarvið hjá feløgunum. Starvslýsingin sæst á starv.fo.

Vegna

Fuglafrøðifelagið og FNU

Sjúrður Hammer og Theresa Jákupsdóttir