Náttarlív og umsorganarsvíkur

Politikkur27-10-2017 - 10:30 - Jóanis Albert Nielsen

Viðmerking

Rúna Sivertsen

Sosialráðgevi

Undir aðaðorðaskiftinum um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk varð nevnt fyribyrgjandi tiltakið hjá íslendingum við útgongubanni fyri børn undir 16 ár

Í november 2004 kom eg við uppskoti um, at vit í Føroyum gjørdu tað sama, men hildu tey flestu hetta vera burturvið. Íslendingar hava havt hesa skipan í mong ár og vilja eftir hvat eg havi skilt ikki broyta hana.

Í 2006 byrjaði eg at arbeiða innan barnavernd, og havi síðani tá sæð, at tað veruliga er brúk fyri eini slíkari lóg. Nógv meira enn eg helt.

Onkur av tingfólkunum helt undir orðaskiftinum hósdagin, at hetta fer ikki at rigga í Føroyum, tí her mugu børnini sleppa at spæla ljósu summarnæturnar. Og sjálvandi skulu børn sleppa at spæla úti ljósu summarkvøldini. Tað er munur á at spæla í grannalagnum ella á ítróttarøkjum og so at reika í miðbýnum í Havn ella aðrastaðni, har tað er heilt sjónligt, at tað er ikki spæl, men børn, sum eru fyri umsorganarsvíki.

Børn eiga ikki at ganga einsamøll í býnum á ólavsøku, stevnum ella festivalum, tí tað er slett ikki nóg trygt fyri tey. Tað kundi verið áhugavert at kanna hjá politinum, hvussu nógv børn, hetta summarið, komu í trupulleikar í sambandi við stevnur og festivalar. Eg stúri fyri, at tey eru fleiri. Summi av teimum, veit eg, komu í trupulleikar, tí eingin vaksin ansaði eftir teimum.

Viðvíkjandi klokkutíð, so haldi eg, at tað kemur ann upp á hvussu gamalt barnið er. Í Íslandi hava tey deilt tað upp.

Eg spurdi í Íslandi um hetta tá, og søgdu tey, at lógin verður bara handhevjað, tá talan er um børn, sum ganga í býnum og ikki, tá børn spæla í grannalagnum. Um børn ganga í býnum eftir ásettu tíðina, so verður ringt til foreldrini at koma eftir barninum. Um foreldrini ikki koma eftir barninum, so verður barnaverndin fráboðað.

Eg eri sannførd um, at ein slík lóg hevði havt fyribyrgjandi ávirkan og hevði vart børn, sum eru í vanda tí foreldrini ikki megna at verja tey.