Námsfrøðingur til stuðul hjá einum barni í Alvalon í Sørvági

Lýsing23-05-2019 - 13:16 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir einum stuðuls námsfrøðingi at byrja skjótast gjørligt.

Um stovnin

Stovnurin hevur tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur, ein skúlabólk, frítíðarskúla og ungdómshús, har karmarnir eru góðir fyri børnini, tey ungu og starvsfólkini.
Námsfrøðiliga arbeiðið byggir í høvuðsheitum á ástøðið hjá Lisu Ahlmann.

Um starvi

Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna til setan skjótast til ber. Uppgávan er at verða um og geva barninum innihald í daglidegnum bæði sosialt, rørslusligt, málsligt og at samstarva við stovuna, sernám og foreldur. Arbeiðsstaðurin er í dagstovninum Alvalon.

Førleikakrøv

Tú skalt vera útbúgvin námsfrøðingur.
Um skikkaður námsfrøðingur ikki er til starvið, loyva vit okkum at endursøkja ella seta hjálparfólk í tíðaravmarkað starv.

Væntanir

Væntað verður, at tú fylgir námsætlanini, virðisætlanini og mannagongdunum, sum eru partar av stovninum.
Væntað verður eisini, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, hevur góð samstarvsevni, kann arbeiða sjálvstøðugt og er opin og erlig/-ur. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur,tolin, dugir at síggja menningarmøguleikar, og trívist í einum umhvørvi, har arbeitt verður við starvsfólkum, børnum í ymiskum aldri og foreldrum/avvarðandi.

Vit kunnu bjóða tær:

-eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
-at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi -eitt umhvørvi, har fakligheit og menning eru í hásæti -at verða luttakandi í einum stovni í menning

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til alvalon@sorvag.fo ella til Alvalon, Kjóadalsvegur 2, FO-380 Sørvágur.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 06. Juni 2019 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Claus A. Rasmussen leiðara, tlf 233240