Næraberg skal landa í Hollandi

Vinna12-06-2018 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun kom Næraberg á Kollafjørð, Næraberg verður tó ikki leingi liggjandi á Kollafirði, tí teir skulu bara seta nakrar av manningini av, og so fer Næraberg víðari til Holland at teir skulu landa.

Næraberg hevur henda túrin verið til fiskiskap í 3 vikur, teir hava fingið 3200 tons av svartkjafti. Manningin henda túrin taldi 40 mans og Bergur Petersen hevur verið skipari.