Næraberg skal landa í Hollandi

vinna09-11-2019 - 09:51 - Jóanis Nielsen

 Næraberg kemur á Kollafjørð um 4-tíðina seinnapartin í dag, teir hava fulla last - umleið 3.100 tons av heilfrystari sild.

Næraberg loysir longu aftur í kvøld av Kollafirði, teir fara til Hollands við lastini, tí so nógv er inni á frystigoymsluni í Kollafirði.

Næraberg hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, teir vóru heilt norðuri á 69N, tá ið teir vóru norðalagast, segði skiparin Rálvur í Norðnástovu í morgun, tá ið vit á JN.fo tosaðu við hann - tað var góð sild teir fingu har norðuri.

Rálvur segði viðari, at tá ið skipið kemur aftur úr Hollandi, tá verður beinanvegin farið avstað aftur, teir fara aftur á sildaveiðu.