Næraberg siglir inn fullfermdur av svartkjafti

vinna23-08-2017 - 22:55 - Jóanis Nielsen

 Næraberg hálaði kl. 17 í dag, teir sigla nú inn av svartkjaftafeltinum norðanfyri við nærum fullari last av  heilfrystum svartkjafti.

Vit tosaðu fyri løtu síðan við Jens Kristian Simonsen, sum er stýrimaður við Næraberg, hann segði, at tað er góður svartkjaftur teir hava, teir hava roynt einar 50-80 fj. norður úr Føroyum.

Næraberg verður liggjandi undir landi norðanfyri til einaferð seinnapartin í morgin, teir koma at framleiða tað teir fingu á dekkið í seinasta hálinum og síðan fara teir at vaska skipið, áðrenn teir koma á Kollafjørð, har teir skulu landa veiðuna.

Tað eru 42 mans við hendan túrin, skipari er Sigmund Brestirson