
Næraberg loysti úr Ánunum beint fyri middag
vinna12-01-2021 - 15:15 - Jóanis Nielsen
Næraberg sum kom inn fríggjadagin, tí turbinan var fyrigingin, loysti aftur á middegi.
Beinanvegin fríggjadagin fóru teir undir at avmontera turbinuna, nýggj turbina kom sunnudagin, og longu í dag var aftur klárt at loysa.
Næraberg er áveg suður á svartkjaftafeltið.