Næraberg loysti í gjárkvøldið

vinna06-02-2018 - 10:21 - Jóanis Nielsen

 Næraberg kom á Kollafjørð leygardagin, teir komu úr Hollandi, har onkrar umvælingar eru gjørdar á skipið, sum annars er pussað væl upp.

Teir landaðu eisini ein part av veiðuni av seinasta túri í Hollandi, ein part landaðu teir í Kollafirði, áðrenn teir fóru til Hollands.

Teir hava síðan leygardagin riggað til at fara nýggjan túr, í gjárkvøldið loystu teir av Kollafirði og settu kós suður á svartkjaftafeltið sunnast í føroyskum sjógvi, har øll tey føroysku skipini umframt 5 íslendsk og okkurt russiskt royna.