Mynd: Pieter van der Valk.

Næraberg kemur fullfermdur á Kollafjørð

vinna25-05-2020 - 13:03 - Jóanis Nielsen

 Næraberg, sum hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, kemur á Kollafjørð í kvøld, Næraberg hevur fulla last av heilfrystum svartkjafti - 3.200 tons, sum teir landa í Kollafirði.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, skiparin - Rólvur í Norðnástovu segði, at fiskiskapurin var hampuligur. Teir byrja at landa í morgin tíðliga, og rokna við at fara nýggjan túr mikukvøldið.