Næraberg kemur á Kollafjørð at landa í dag

vinna05-04-2020 - 12:07 - Jóanis Nielsen

 Vit tosaðu við skiparan á Næraberg - Hugo Poulsen úr Hvannasundi - fyri løtu síðan, teir hava í nátt og morgun ligið eystur úr Nólsoynni og gjørt klárt at koma inn - vaskað o.a..

Teir koma á Kollafjørð kl. 14 í dag, teir hava 2.700 tons av heilfrystum svartkjafti í lastini, sum teir landa í Kollafirði.

Næraberg byrjaði túrin í altjóða sjógvi einar 200 fj. vestur úr Írlandi, men fóru skjótt í ES-sjógv, tí fiskiskapurin  í altjóða sjógvi minkaði burtur í einki, so royndu teir í ES-sjógvi tætt vestur úr Írlandi, har teir hava fiskað meginpartin av tí teir hava, tað seinastu vikuna hava teir roynt sunnast í føroyskum sjógvi, men her kom ikki so nógv burturúr, skiparin segði, at í fjør byrjaði fiskiskapurin í føroyskum sjógvi 10. apríl - onkur byrjaði fyrr - teir fingu eitt sløð, men tað sær út til, at svartkjafturin er seinni áveg í føroyskan sjógv í ár, segði skiparin Hugo Poulsen.

Manningin telur 39 mans.

Ætlanin er at fara nýggjan túr mikudagin, 9 av manningini fara í land, og so koma 9 nýggir mans umborð, teir hava verið í sóttarhaldi fyri corona, segði skiparin.