Nær kemur nýggi veðurlagspolitikkurin

politikkur19-02-2021 - 10:30 - Jóanis Nielsen
31. desember 2020 gekk veðurlagspolitikkur Føroya út. Tað vil siga, at síðan tá hava Føroyar ongan almennan veðurlagspolitikk havt. Landsstýrismaðurin hevur úttalað seg í miðlunum um, at hann arbeiðir við einum nýggjum veðurlagspolitikki.

Tí hevur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sett landsstýrismanninum í umhvørvismálum hesar spurningar:

– Hvussu gongur við arbeiðinum at gera ein nýggjan veðurlagspolitikk fyri Føroyar ?
– Nær ætlar landsstýrismaðurin at bjóða øllum flokkum við í arbeiðið fyri at fáa breiða semju um veðurlagspolitikkin ?
– Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja sær, at veðurlagspolitikkurin verður fylgdur, soleiðis at vit røkka málinum at minka um okkara útlát?