Nær kann væntast, at útlendingaøkið kemur á føroyskar hendur

Politikkur11-02-2020 - 07:45 - Jóanis Albert Nielsen

Munnligur fyrispurningur til Helga Abrahamsen, landsstýrismann

1.Nær kann væntast, at útlendingaøkið kemur á føroyskar hendur?

2.Hvørjar eru orsakirnar til, at málsøkið ikki enn er komið á føroyskar hendur?

3.Nær kann væntast, at umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvir verða avgreiddar av føroyskum myndugleikum?

4.Verða broytingar í lóggávuni viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvum, tá málsøkið kemur á føroyskar hendur?

Tað var ætlanin, at útlendingaøkið skuldi koma á føroyskar hendur 1. januar 2020. Hetta er ikki hent og framvegis eru tað danskir myndugleikar, sum stýra viðurskiftunum viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Avgreiðslutíðin, tá søkjast skal um arbeiðs- og uppihaldsloyvir, er framvegis drúgv og tilgongdin sein.

Nú nógv ferð er á føroyska búskapinum og tørvurin á arbeiðskraft er størri enn nakrantíð, er eisini stórur tørvur á eini skjótari málsviðgerð og lættari tilgongd at fáa útlendska arbeiðskraft til landið. Vinnan hevur sett sína vón til, at málsøkið fór at verða yvirtikið 1. januar 2020, so sleppast kundi undan at fara yvir um ánna eftir vatni útlendskari arbeiðskraft viðvíkjandi. Men enn frættist onki um nakra framgongd í málinum. Tí eigur landsstýrismaðurin at greiða frá, hvar málið liggur og hvat væntast kann.

Eisini hevur tað týdning at gera lóggávuna smidligari. Tunga málsgongdin er eitt haft um beinini á vinnuni, og tørvur er á skjótari avgreiðslutíð.

Bill Justinussen, løgtingsmaður