Nær fær vanligi lønmóttakarin ágóðan av Fólksins ogn

politikkur20-06-2018 - 10:01 - Jóanis Nielsen

Socialistar vilja kradda, klípa og klóra so nógv inn í landskassan sum møguligt og teir fáa ongantíð nokk. Meir vil hava meir til at deila útaftur, har sum tey meta hart vunnu skattakrónurnar gera mest gagn.

Sitandi socialistiska samgonga kom til valdið uppá, at um teir sluppu til, so skuldihavsins ríkidømi býtastrættvísari og skuldi út í hvønn krók í landinum. Við endurtøkum av smartum tómum flosklum og vælljóðandi orðavendingum eydnaðist teimum at tøla veljaran ogvinna valið.

Málsetningurin hjá hesi samgonguni

Tað sær út sum, at málsetninguri hjá hesi socialistisku samgonguni er at knúsa sterkar reiðarafyritøkur. Tær skulu niður við nakkanum og skulu ikki tjena pengar. Tað sær út til at fara at eydnast. Men fær vanligi lønmóttakarin tað betri, av at reiðarafyritøkur blíva seigpíndar av samgonguni ? Fáa tey øvundsjúku tað betri ?

Úrslitið kenna vit.

Úrslitið kenna vit øll í dag. Hóast hendan samgongan hevur lagt eykaskatt og eykagjøld á okkara høvuðsvinnu, og peningur fossar inn í landskassan, sum ongantíð fyrr, so hevur vanligi lønmóttakarin merkt lítið til hesar 100 tals milliónirnar.

Nær fara arbeiðsfólk, flakafólk, sjúkrahússtarvsfólk, hjálparfólk, námsfrøðigar, útróðrarmenn – teir sum enn eru eftir, línumenn og onnur at fáa ein ágóða sum veruliga munar av Fólksins ogn ? Nær fara tey at fáa ein skattalætta, sum veruliga munar uttan at tey samstundis blíva undirdýkt í avgjøldum av øllum handa slagi ?

Hvat er succéskriterie hjá reyðu samgongu ?

Fíggjarmálaráðharrin, Kristina Háfoss breggjar sær av stóra yvirskotinum í landskassanum. Hvat er succéskriterie hjá henni. Er tað, at so nógvur peningur sum møguligt skal liggja í landskassanum ? Succéskriterie hjá okkum borgarligu er, at lønmóttakarin í størst møguligan mun sjálvur er harri yvir sínum egnu hart vunnu pengum. Hetta er júst kjarnumunurin á socialistum og teim borgarligu.

Vinnan bløðir

Samstundis sum fíggjarmálaráðharrin reypar um pening í landskassanum, so óttast vinnufyritøkur framtíðina, tí so lítil peningur liggur eftir í kassanum hjá teimum til endurnýgging og menning.

Vinnufyritøkur føla seg ótryggar og teirra lívsgrundarlag hótt og ætla ikki at gera stórar íløgur í framtíðina undir verandi kørmum.

Allar Føroyar fara at føla sviðan av øvundsjúkuni.

Samgongan er í ferð við at saga greinina av, sum vit øll sita á. Hon er í ferð við at drepa hønina, sum verpir gulleggini. Tað er bara spurningur um tíð inntil allar Føroyar - eisini fólk í miðstaðarøkinum føla sviðan.

Íbúgvarnir norðanfyri rópa neyðarróp, tí teirra farleið er ótíðarhóskandi og ótrygg. Heldur ikki tey merkja ágóðan av fólksins ogn, sum lovaður bleiv. Nær fara tey at fáa ágóðan av milliónunum, sum fossa úr teirra øki í landskassan ? Bara innanfyri aling verður framleitt fyri umleið 900 milliónir krónir í hesum økinum.

Útoyggjastevna hevur júst verið í Svínoy. Nær fara útoyggjar og aðrar smábygdir at fáa ágóðan av Fólksins ogn, sum bleiv lovað ?

Tað er umráðandi at peningur liggur eftir úti í økjunum. Tað er eins neyðugt sum at blóð og ilt kemur út í hvørja arterie og at ytstu greinarnar á trænum fáa føði. Annars doyggja Føroyar sum samfelag. Við hesi samgonguni eru vit væl á veg. Vit mugu bjarga Føroyum undan hesi samgongu , og tað hastar.

Samgongan sólar sær í læntum fjaðrum, men hvussu leingi aftrat.

Hendan samgongan sólar sær – ja hevur næstan skoldað seg - í tí sum undanfarna borgarliga samgonga legði lunnarnar undir. Spurningurin er bara, hvussu leingi fer hon at sóla sær aftrat ? Hvussu leingi kann hon liggja undir sólini við førda politikkinum ? Hvussu leingi fer peningur at fossa inn í landskassan ? Skíggj eru byrjaði at síggjast nú arbeiðsgevarar rópa varskó og skip verða seld ella standa til sølu.

Loyniliga dagsskrá ?

Um samgongan heldur á við hesi herferðini móti vinnulívinum, so er tann dagurin kanska ikki so langt burtur at vinnan kastar handklæðið í ringin. Fer vanligi lønmóttakarin tá at fáa tað betri, ella fer blóðreyða samgongan tá enn longur niður í lumman hjá Palleba og Marsannu ?

Kann tað veruliga hugsast, at samgongan tá fer at stovnseta reyða landsreiðaríið ? Er tað loyniliga dagsskráin ?